Virðisgrundarlag

Kaj Andreasen & Co skal vera kent fyri at :

  • Vera ein trúverdur og álítandi veitari við nógvari fakligari vitan
  • Veita sera góða og skjóta tænastu
  • Selja dygdarvørur fyri kappingarførar prísir
  • Góðan trivnað bæði hjá starvsfólkum og viðskiftafólkum

Málsetningur

Vit arbeiða fyri at:

  • ganga undan og vera ein fjølbroytt handilsfyritøka á okkara økjum
  • vera nýskapandi, ganga nýggjar leiðir og víðka um virksemið
  • at skapa eitt fíggjarliga nøktandi og kappingarført úrslit
  • at skapa eitt mennandi arbeiðspláss, har øll starvsfólk samstarva í góðum anda, og trivnaðurin er í hásæti, bæði sosialt og fakliga fyri at varðveita eitt gott arbeiðspláss