Handilstreytir

Handilstreytir galdandi fyri kundar okkara.

Levering

  • Levering fer fram fyri rokning og ábyrgd keyparans.

Sølutreytir

  • Avgreiðslur undir kr. 300,00 uttan meirvirðisgjald, verða bert avgreiddar ímóti kontantari gjalding.
  • Avsláttur verður ikki veittur av avgreiðslum undir kr. 300,00 uttan meirvirðisgjald, hóast møgulig avtala fyriliggur.

Gjalding

  • Tá eingin føst avtala er gjørd, er gjaldingin netto kontant við móttøku av faktura, pakkar verða sendir í postuppkrav.
  • Avsláttur av einhvørjum slag verður bert veittur av stundisligari gjalding.
  • Um stundislig gjalding ikki verður hildin, verður renta roknað av ágóðanum við 2,0% rentu pr. byrjaðan mánaða.

Rentan verður tilskrivað fyri hvønn mánaða av tí til eina og hvørja tíð rentuberandi saldo íroknað møguligum fyrr tilskrivaðum rentum. Mánaðurin verður roknaður frá 21. til 20. í fylgjandi mánaða. Um farið verður útum verðandi mánað + 30 dagar verður umframt tilskrivað kr. 100,00 fyri áminningargjald.

Returvøra

  • Vørur vera bert tiknar retur sambært frammanundan gjørdari skrivligari avtalu í hvørjum einstøkum føri. Vørurnar skulu verða óbrúktar, lýtaleysar og í upprunaligari innballing.  Vørur, ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan, verða ikki tiknar retur.
  • Fyri at veita trygd fyri at vøran er keypt frá okkum, skal fakturin uppá vøruna leggjast fram av keyparanum, tá vøran verður latin retur.
  • Góðkendar returvørur verða góðskrivaðar við frádrátti uppá minst 10% av fakturaprísi, sendar franko til goymslu okkara innan 8 dagar frá okkara veiting.
  • Spreingievni/avlop sum kemur retur verður bert goymt í rímiliga/avmarkaða tíð ella so leingi hetta er brúktbart/trygt. Um vøran ikki er heinta innan hesa tíð uml. 14 dagar tilskila vit okkum rætt at syrgja fyri at fáa beint vøru burtur.

Vansar

  • Keyparin má beinanvegin, hann hevur fingið vøruna og áðrenn vøran verður tikin í nýtslu, kanna veittu vørurnar, fyri at tryggja sær, at hesar eru lýtaleysar. Endurgjaldskrøv fyri vansar, herundir mongdarmun, ið er ella átti at verið funnin við slíkari kanning, mugu verða sett fram beinanvegin, og seinast 8 dagar aftaná at vøran er veitt keyparanum, fyri at kunna verða góðtikin.
  • Vit átaka okkum onga endurgjaldsábyrgd fyri ófullfíggjaðar vørur ella skaðar orsakað av óhóskandi / skeivari nýtslu.

Leigutreytir

  • Um ikki annað er avtalað, eru hesar reglur og prísirnir úr okkara príslista galdandi, fyri eitthvørt leigumál sum avtalað verður við Kaj Andreasen & Co, (hereftir nevnt K.A. ella útleigarin)
  • Leigumálið verður roknað frá tí degi, amboðini verða flutt av okkara øki, til og við tann dag amboðini verða afturborin til okkara.
  • Tann dagliga leigan verður roknað fyri alt leigutíðarskeiðið, líka mikið um amboðini eru í nýtslu ella ikki. vanliga verður roknað við 6 daga arbeiðsviku à 8 tímar, frá kl. 8 – 17, um ikki annað er avtalað – undantikið eru tó varmakanónir, pumpur, styttur, elementstívarir, arbeiðsskúrar, betongklossar, byggiplásshegn og generatorar har roknað verður við 7 daga arbeiðsviku.

Stytsta leigumál fyri leigu av amboðum er 1 tíðarskeið sum er fyri 8 tímar.

  • Amboðini verða latin klár til nýtslu og í fullgóðum standi. Leigarin váttar við síni undirskrift á fylgiseðilin, at hann hevur kannað amboðini, og at standurin á amboðunum ikki gevur grund til nakra atfinning. Leigarin átekur sær, í leigutíðarskeiðnum smb. § 2, fullan váða í samband við nýtslu av amboðunum. Leigarin hevur ikki rætt til at krevja endurgjald fyri gjald (herundir eisini rakstrartap), slíta leiguavtaluna ella gera krav galdandi um misrøkt, um tað seinni vísir seg, at tey leigaðu amboðini hava brek ella ikki svara til fortreytirnar fyri leiguni. K.A. roynir tó eftir umbøn at útvega egnað amboð av nýggjum. Tílík amboð verða fakturerað eftir galdandi dagsprísum.
  • Prísirnir hjá K.A. byggja á, at amboðini verða leigað til faklærd, og tað verða tí bert givnar munnligar vegleiðingar. Skriftligar vegleigingar eru til amboðini. Leigarin ber váðan og hevur ábyrgdina av skaða, sum stendst av skeivari ella ókønari nýtslu av amboðunum. Umvælingar ella broytingar mugu ikki gerast á tey leigaðu amboðini uttan skrivligt samtykki frá K.A.
  • Leigarin rindar allar útreiðslur til uppseting, niðurtøku og rakstur av amboðum, umframt allar útreiðslur til brennievni, smyrjing, el og tílíkt. Um vørur verða latnar til avtalaða tíð og av orsøkum, sum ikki skyldast útleigara, má bíðast, áðrenn vøran kann lossast av, verður henda bíðitíð skuldskrivað leigaranum.

Allar flutningsútreiðslur verða goldnar av leigaranum

  • Amboð og maskinur skulu latast nývaskað aftur, og í sama standi, sum tey vóru í, tá ið leigumálið byrjaði. Eftir at amboðini eru móttikin av okkum, verða tey sýnað, og møguligir skaðar, herundir orsakað av ov harðligari nýtslu, skeivari handfaring ella líknandi verða goldnir av leigaranum eins og møgulig reingerð verður goldin av leigaranum.
  • Amboðini eru ogn hjá K.A. og útleigarin hevur altíð rætt til at sýna útleigaðu amboðini. Amboðini mugu ikki verða flutt til arbeiðsplássið hjá øðrum, uttan at útleigarin verður kunnaður, og amboðini mugu ikki verða framleigað ella lænt út til onnur, uttan at SKRIVLIG avtala er gjørd við K.A. Um tað verður staðfest, at amboðini verða misbrúkt, kann útleigarin uttan ávaring siga leigumálið upp og taka amboðini aftur fyri leigarans rokning.
  • Amboðini skulu verða hóskandi tryggjað av leigaranum. So leingi amboðini ikki eru avheintað av útleigara ella borin aftur á útleigarars øki, og undir allari leigutíðini, ber leigarin allan váða og hevur alla ábyrgd av teimum leigaðu amboðunum og handfaring av maskinunum.

Leigarin hevur skyldu til at tekna trygging fyri alt leigutíðarskeiðið, uttan so at hann kann prógva, at hann hevur eina trygging, sum fevnir um tey leigaðu amboðini, og at tryggingin er goldin.

Allir skaðar, sum tryggingin ikki fevnir um, skulu endurgjaldast av leigara.

Allir skaðar skulu beinanvegin skrivliga fráboðast til útleigara. Herverk, stuldur ella onnur brotsverk skulu harafturat skrivliga meldast til løgregluna við upplýsingum um, at løgreglufrágreiðing verður send til K.A. í seinasta lagi innan 48 tímar.

  • Útreiðslur, ið standast av steðgi í arbeiðinum orsakað av brekum ella skaðum á tey leigaðu amboðini, verða goldnar av leigara.
  • Stytsta leiga av skúrum er 1 vika við eini uppsagnarfreist upp á 3 dagar. Stytsta leiga av forskalling og útgerð í hesum sambandið er 14 dagar við uppsagnarfreist uppá 3    dagar.
  • Leigað amboð kunnu IKKI avhendast til leigara ella onnur, og K.A. hevur altíð ognarrættin til amboðini. Leigarin hevur skyldu til at ansa eftir, at eyðkennismerkini hjá K.A.  eru heil og ikki verða tikin av amboðunum í leigutíðini.
  • Allar trætur, sum ikki verða loystar í sátt og semju millum K.A. og leigara, verða at avgera við rættarmáli, ið byrjar við Føroya Rætt.
  • K.A. tilskilar sær rætt til at krevja eina trygd (depositum), sum svarar til virðið á amboðunum. Kundin skal, um hann verður biðin um tað, kunna vísa samleikaprógv.
  • Allir prísir eru uttan meirvirðisgjald.
  • Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og prísbroytingum.
  • Hesar treytir ógilda allar gamlar leigupríslistar og handilstreytir.