Gjøgnum nøkur ár hava vit serkønt okkum við at fyrireika leasing loysnir, sum passa til serliga tørvin hjá tínari fyritøku. Dagliga arbeiðir tín virkisráðgevi tætt saman við einum kundaleiðara frá Spar Nord Leasing - og saman við tær finna vit loysnina, sum hóskar best til tína fyritøku. Vit hava leaseing á flestu økjum; flutningsútgerð, entrepenør maskinur, framleiðsluútgerð, landbúnað, orku o.a.
Entrepenør maskinur
Entrepenør maskinur verða vanliga fíggjaðar við leasing sáttmála, har vit keypa maskinuna frá tínum veitara, tá tú hevur klárað avtaluna. Virðið á einum møguligum trade-in maskinu kann takast við sum gjald á leasing sáttmálanum. Tað er sum oftast "fíggjarlig leasing" har tú sum kundi tryggjar eitt skrotvirði við endan av avtaluni. Við leasingfígging noyðist tú ikki at rinda meirvirðisgjald – vit rinda tað. Byggimaskinur eru eisini fíggjaðar við keypssáttmála.
Vit laga fegin gjaldsgongdina til, soleiðis at hon samsvarar við títt gjaldføri í árinum.
Tað kann t.d. vera varugur við, at minni verður goldið vetrarmánaðirnar á hvørjum ári, tá títt gjaldføri kann vera trongt - og tá eru útgjaldingarnar hækkaðar restina av árinum.
Okkara langtíðar vitan um vinnuna, veitararnar, kundarnar og maskinurnar tryggjar tær viðkomandi og miðvísa ráðgeving - bæði tá avtalan er stovnað og í fíggingartíðarskeiðnum.
Preben Sørensen
Kundechef
Leasing
+45 25 27 14 95
pss@sparnord.dk