Vørumerki: Denka Vørubólkar: Lyftur Sí handbók Sí manual
LEIGA: Junior Sleipulyft arbeiðshædd 12 metur

LEIGA: Denka Junior 12 sleipulyfta
12m arbeiðshædd – kompakt, smøl og løtt at flyta

Denka Junior er ein kompakt og fleksibul sleipulyfta, sum er væl egnað til arbeiði, har tørvur er á góðari arbeiðshædd, men lítið pláss er tøkt.

Lyftin hevur 12m arbeiðshædd og røkkur upp til 6,7 metrar út frá lyftuni. Við einari minsta breidd á bert 75 cm er hon sera væl egnað til arbeiði á trongum plássum.

Lyftan kann sleipast eftir persónbili og hevur ljós og bremsur.


-Mesta arbeiðshædd: 12,0 m
-Mesta arbeiðsradius: 6,7 m
-Kapacitet í kurv: 120 kg
-Breidd: 75–140 cm
-Eginvekt: 985 kg
-Longd: 568 cm
-Mesta persónatal: 1 persónur
-360° snúningur

Allar okkara lyftur eru góðkendar av Arbeiðseftirlitinum.

Flutningur
Kundin kann sjálvur koma eftir lyftuni, ella vit kunnu levera hana til arbeiðs staðið.

Ring og fá eitt óbindandi tilboð á 31 56 00 ella skriva til info@andreasen.fo.

Sí faldaran fyri vegleiðing og nærri upplýsingar.