Vit leiga út Hünnebeck RASTO G2 forskalling við allari neyðugari útgerð.
RASTO G2 er týsk góðska við einari sera sterkari, galvaniseraðari stálrammu og plastplátu í staðin fyri finerplátu. Forskallingin tolir trýst upp til 60 kN/m² og er løtt og skjót at seta upp.
Nógvar støddir á goymslu
270 cm høg:
240 – 75 – 65 – 60 – 55 – 50 – 45 – 30 cm
120 cm høg:
90 – 75 – 60 – 45 – 30 cm.
Hjørn:
270 × 30 × 30 cm / Vanlig og flexibult
120 × 30 × 30 cm / Vanlig og flexibult
Forbrúksvørur til forskalling, m.a.:
-Forskallingsolju
-Avstandsrør
-Konus
-Proppar til avstandsrør
-Sitron-skivur
-Proppar til formar
Sí MANUAL fyri uppsetan og nærri leiðbeiningar.
Ring og hoyr nærri á 31 56 00, ella skriva til info@andreasen.fo.
Sí video niðanfyri, sum vísir, hvussu nýggja tvinganin riggar.