Vørumerki: Boss Vørubólkar: Stilass Sí manual
LEIGA: Boss Rullustilas  


Super góðska – lætt, sterkt og lætt at seta upp


BOSS rullustilasið er eitt praktiskt og fleksibult rullustilas, sum er væl egnað til arbeiði, har tørvur er á at kunna flyta stilasið skjótt og lætt.

Stilasið er gjørt 100 % úr aluminium, sum ger tað sera lætt at handfara. Tað hevur fáar lutir og er tí skjótt og einfalt at seta saman.

Fæst í tveimum breiddum
250 × 85 cm – 1 platti
250 × 145 cm – 2 plattar
Longdin er 250 cm.

Møguleiki er at byggja stilasið út til upp í 16 metra arbeiðshædd, alt eftir uppseting og útgerð.

BOSS rullustilasið er eitt gott val til bæði byggi-, viðlíkahalds- og málingararbeiði, har tað er ein fyrimunur at hava eitt lætt og flytiført stilas.

Ring og og hoyr nærri á tlf. 31 56 00. Ella skriva til info@andreasen.fo

Sí video av BOSS rullustilasi her: