LEIGA: Super Skub Dumpari

Handigur og sterkur dumpari, sum er væl egnaður til byggi-, arbeiðs- og garðsuppgávur. Við sínum kompaktu mátum er hann lættur at koma runt við, eisini á trongum økjum.

Tekniskar upplýsingar:

-Motorur: 4,8 kW / 6,5 hk
-Rúmd: 400 litrar
-Mesta last: 700 kg
-Egin vekt: 295 kg
-Breidd: 84 cm


Ein praktiskur og sterkur dumpari, sum er lættur at flyta og arbeiða við. Super Skub við hjól er eitt gott val til arbeiðsuppgávur, har tørvur er á einum kompaktum og smidligum dumpara.