Hünnebeck BOSTA 70 – fasadustilas
Týsk góðska – sterkt, lætt og fleksibult
Hünnebeck BOSTA 70 er eitt av mest brúktu fasadustilasskipanum í Norðurlondum og eisini eitt av teimum mest brúktu stilasunum í Føroyum.
BOSTA 70 er framleitt úr sterkum, galvaniseraðum stáli, og lága vektin ger, at stilasið er lætt og skjótt at seta upp og taka niður.
BOSTA 70 kann brúkast til eina fjølbroytta røð av uppgávum, eitt nú:
-Renovering av bygningum
-Takarbeiði
-Máling og viðlíkahald av fasadum
-Byggiarbeiði og aðrar arbeiðsuppgávur
-BOSTA 70 er tøkt í ymiskum styrkaflokkum og tolir 250–450 kg/m², alt eftir uppseting og útgerð.
Fleksibult system
Eitt breitt úrval av eykaútgerð ger BOSTA 70 til eitt sera fleksibult system, sum kann tillagast til ymiskar byggingar og arbeiðsuppgávur.
Vit hava bæði stál- og aluminiumdekk tøkt.
Eitt breitt úrval av eyka útgerð gerð Bosta til eitt sera fleksibul system til at loysa allar uppgávur.
Ring og hoyr nærri á tlf. 31 56 00. Ella skriva til info@andreasen.fo