LEIGA: Atlas Copco HiLight E3+ ljóstorn
Kraftmikið og lætt ljóstorn til byggipláss og uttandura arbeiði
Atlas Copco HiLight E3+ er eitt LED-ljóstorn, sum gevur góða lýsing á byggiplássum, tiltøkum og øðrum støðum, har tørvur er á fyribils ljósi. Tað er lætt at flyta og kann beinleiðis setast í streym, generator ella aðra orkukeldu.
Við 7 metra mastri og lýsing upp til 3.000 m² er tað væl egnað til størri arbeiðsøki. Ljóstornið hevur ongar mekaniskar slitpartar og krevur tí lítið viðlíkahald.
-Lýsing: LED
-Lýsingarøki: upp til 3.000 m²
-Hædd: 7 m
-Streymur: 230 / 120 V
-Frekvens: 50 / 60 Hz
-Mát: 113 × 76 × 220 cm
-Vekt: 30 kg
Ring og fá eitt óbindandi tilboð á 31 56 00 ella skriva til info@andreasen.fo.