Stilass

Vit hava stilass til sølu og til leigu. Vit umboða tað vælkenda merki Hunnebeck / Harsco sum er tað mest brúkta stilassi í Føroyum.

Hunnebeck hevur stilass til einhvønn tørv. Mest brúkta er Bosta og Boss.

Bosta er eitt fasadustilass í stál og aluminium og Boss er eitt aluminium rullustilass á hjólum.

BOSTA er eitt harðført rammustillads av stáli, ið av lágu eginvektini er lætt og skjótt at seta upp.

BOSTA er 70cm breitt og í sokallaða klassa 3 smb. DIN EN12811 sum klárar eina vekt 200kg/m2. Sterkt og stabilt.

BOSTA verður nýtt til nógvar ymiskar uppgávur millum annað renovering, sanering, fasaduarbeiði, takdekkaraarbeiði, v.m.

Eitt stórt tilhoyrisprogramm ger BOSTA til eina sera liðiliga skipan, vælegna til flest allar uppgávur.