Forskallingar

Hunnebeck hevur nógv sløg av forskallingum til ymisk endamál. Tann mest brúkta er Rasto. Rasto er tann lætti stálformurin, ið kann nýtast bæði sum fundament- og veggforskalling. Systemið er nóg lætt til hondmontering, og nóg sterkt til kranamontering. Rasto verður veitt í hæddunum frá 30 cm og heilt upp 3,30 metur. Breiddur fáast frá 30cm og heilt upp til 2,4 metur. Formurin er forzinkaður, ið tryggjar langa livitíð. Formbreiddin 75 cm vigar 60 kg og er so lætt, at tað krevur bert tveir mans at bera. Kassetturnar kunnu bæði nýtast standandi ella liggjandi, og passa tískil til fundamentshæddir frá 30 cm til 120 cm. Rasto hevur eina formtjúkd uppá 12 cm, og klárar eitt betongtrýst upp til 60 kN/m2. Tær mongo støddirnar kunnu allar brúkast saman, systemið er 100% samansetiligt.

Hunnebeck hevur eisini onnur sløg av forskallingum t.d. Manto sum er ein sterk kranaforskalling og Rondo sum er ein rundformur til brunnar o.a.