Atlas Copco generator

Vit hava røttu loysnirnar til entreprenørvinnuna!

Flytbaru maskinurnar hjá Atlas Copco venda sær serligani til entreprenørvinnuna, og úrvalið fevnir um kompressarar og generatorar.
Nøvnini XAS og QAS eftirfylgt við einum nummari, stendur fyri sterkar og haldbarar maskinur ið finnast í støddum ið nøkta einhvønn tørv. Ein av teimum nýggjaru maskinunum er tann sokallaða “HardHat”, ið hevur so sterkan “hatt”, at hon er sera torfør at oyðileggja, t.d. á byggiplássum har møguleiki er at tilfar rakar maskinuna.
Haraftrat finst mangt tilhoyr til flytbaru kompressarnar og generatorarnar, ið gevur tær nógvar møguleikar at fáa júst ta maskinuna tær tørvar.