Atlas Copco Boristál

Atlas Copco Secoroc er partur av Atlas Copco bólkinum og hoyrir til vinnuøkini bygging og boriteknikk(CMT). Har eru umleið 1400 starvsfólk, harav 600 av teimum eru staðfest í Svøríki, har høvuðsvirksemið er í Fagersta, 180 kilometrar frá Stokkhólmi.

Atlas Copco Secoroc sniðgeva, framleiða og marknaðarføra grótboringaramboð kring allan heimin. Meira enn 95% av framleiddu lutunum vera nýttir av náms- og byggivinnuni uttanfyri Svøríki. Teir nýta ta nýggjastu tøknina innan gransking, vørumenning og framleiðslu, í samband við marknaðarførslu og útbreiðslu av vørum teirra.

Umframt vørurnar, er tænasta og viðlíkahald av grótboringaramboðunum sera týdningarmikið, hetta fyri at tryggja hægsta virknað og lágar rakstrarprísir. Tískil fevnir tætta samstarvið við kundarnar um, t.d. upplæring av førarum og teimum ið viðlíkahalda tólini. Tænasta og upplæring kann enntá vera framd á einum dagligum grundarlagi, saman við okkara lokalu sølufólkum og teknikarum.

Á Atlas Copco Secoroc verður dentur lagdur á at byggja eitt varandi samband við kundarnar, og at samarbeiða fyri at røkka einum felags máli – framgongd. Um kundarnir fáa góða framgongd, so fáa vit við!

Vit eru goymsluførandi við teimum mest brúktu støddum í Føroyum.