Síggj øll tíðindi

Kavaskumpari

Fyri stuttari tíð síðani, fingu vit ein kunda inn til okkum, hann hevði tørv á einum kavaskumpara, tí at tað var blivi ov tungt at brúka skovlina.

okkara starvsfólk vóru skjót at finna eina góða og haldbara loysn til hesa avbjóðinga.

okkara svar var Cramer KM Domus X.

Cramer KM Domus X er ein lítil kavaskumpari, sum veruliga tænir sínum endamálið. Við sínum Honda motori, koyrir hann bert 2,4 km/t og er ógvuliga lættur at brúka.

Cramer hevur fleiri útgávur av hesum kavaskumparunum, har man m.a. kann skaffa sær ein til at koyra við, og m.a. krøkja eina salt børu á, so at man eisini saltar øki, har man hevur skumpa kavan.

Cramer hevur eisini gjørt eina El-útgávu, sum kallast KM Domus Akku, sum hevur ein 84v el-motor og koyrir einans 2,4km/t.

Vit hava fingið høvi at tikið mynd av KM Domus X hjá okkara kunda, og hann er sera glaður fyri hesa loysnina.

Kaj Andreasen & Co takkar okkara kunda fyri gott samstarv.