Síggj øll tíðindi

UM OKKUM

KAJ ANDREASEN & CO er ein handilsfyritøka, sum varð stovnað ár 1979 í Tórshavn av Kaj Andreasen.

Kaj starvaðist í mong ár hjá handilsfyritøkuni Carl á Lag, var í skrivstovulæru har og varð seinni stjóri í fyritøkuni. Í 1979 stovnaðu Kaj og konan Rhonda egna fyritøku, og er tað handilin vit kenna í dag.

Í 2008 varð ættarliðskifti í fyritøkuni, tá sonurin Bergur Andreasen keypti handilin. Bergur hevur starvast í fyritøkuni síðan 1998 og hevur starvast innan handilsfakið síðan 1992, verið í læru innan handilsyrkið, og tikið hægri handilsútbugving.

Fyritøkan er veitari innan entreprenørmaskinur og útgerð til byggivinnuna, umframt útgerð til fiski- og alivinnuna, skip og bátar.

Fyritøkan er kend fyri at útvega vørur og serloysnir til ynskir frá kundum.

KAJ ANDREASEN & CO hevur heilsølu, smásølu og er umboðandi fleiri framleiðarar og veitarar runt um í heiminum og fylgir við í menningini innanfyri teir vørubólkar fyritøkan bjóðar.

Fyritøkan selur vørur í heilsølu runt landið til aðrar handilsfyritøkur.

Vit hava eina útleigudeild við hópin av ymiskum útleiguamboðum og maskinum.

Vit selja vørur, har dentur er lagdur á góðsku og veitingartryggleika, sum vit kunnu standa inni fyri.

GRANNSKOÐARI:
Januar
Hoyvíksvegur 5
Postboks 30
FO 110 Tórshavn
www.januar.fo