Síggj øll tíðindi

Spreingipulvur

Vit selja eitt slag av sokalla “spreingipulvur”, hetta er sera vælegnað til at klúgva steinar, bróta hellu o.a.

Verður ofta brúkt, tá íð man vil sleppa undan at spreingja.

Tað eru ongar ristingar tá íð hetta verður brúkt, og krevur hetta evni ikki nakað spreingiloyvi – sera ómaksleyst og brúkarvinarligt.

Verður blanda við vatni, 1,5 litrar til 5 kg, og virkar innan 24 tímar, alt eftir umstøðunum.

Fæst í 5 kg posum. Vit mæla til at brúka borhol sum er Ø35mm og tá brúkar man 1.7 kg pr. bormetur.

Bora nøkur hol, við 35cm millum hol, sum eru Ø35mm og garðurin liggur brotin dagin eftir!