Síggj øll tíðindi

Pioner 14 Active

Vit hava hesa frálíku Pioner Active á goymslu. Báturin er klárgjørdur við einum Honda 20HK og einum Variant bátavogni.

Samlaður prísur er kr. 119.000,- við mvg. Tá er báturin klárur til brúk !

VIT HAVA 1 stk brúkta Pioner 15 á goymslu til kr. 89.000,- ( árg. 2013 )

Pioner 14 active er eitt nýtt model. Ein samanblanding av klassiskum linjum, sera góða komfort og modernaðum detaljum og eitt flott finish !

Tað er “hol” í skrokkinum til tógverk at binda við. Eitt praktiskt rúm í bakborð síðu til bátshaka ella til útgerð at fiska við. À stýrborð síðu er rúm til aðra útgerð t.d. fartelefon, bøkur og líknandi. Umframt er rúm til battarí, bensintanga og annað. Báturin hevur góða “uppdrift” og eitt høgt fríborð, so tað ikki “spruttar” lætt inn og man verður vátur. Báturin er egnaður til 4 persónar.

Ymisk eyka útgerð er við sum t.d. boyli, lanternur, hondlistar, goymslurúm, setur, rútur, stýrkonsol, battarí o.a. 

Mát: Pioner Active 14

Longd: 4,1 m (14,0 ft)

Breid: 1,73 m

Vekt: 210kg ( uttan motor )

Persónar: 4

Motorur: 5 – 20hk.

Góðkenning: CE-kategori C – 3 pers. CE-kategori D – 4 pers. /Det Norske Veritas