Kaj Andreasen & Co framleiðir spreingievnið Emulsión Bergurit 3000 í Føroyum!

 

Sum teir fyrstu í Føroyum, hava vit í longri tíð framleitt flótandi spreingievnið Emulsión Bergurit 3000. Vit hava verið uttanlands og fingið okkum krevjandi útbúgvingar, holla kunning - og royndir og vitan, til at framleiða hetta slag av spreingievni.

Tað hevur verið ein spennandi, men langur vegur, tí krøvini at framleiða spreingievni í Føroyum, eru sum vera man strong.

Í dag eru vit teir einastu í Føroyum, sum hava útgerð, útbúgvingar og royndir at framleiða flótandi spreingievni, og royndirnar sum vit hava, hava verið sera góðar.

Vit hava tað seinasta árið framleitt spreingievnið til ein av okkara góðu samstarvsfeløgum, J&K Petersen Contractors. Stjórin í J&K Petersen Contractors, Stein Olvur Petersen var í Kvf her fyri, har hann tosaði um føroyskt framleidda spreingievnið. Sí her:

Mynd og tekstur
http://kvf.fo/…/2018/02/09/20180209skeivtatsamanberaspreing…

Myndir síggjast her tá íð vit hava roynt Bergurit 3000:
Youtube klip:
https://www.youtube.com/channel/UCR59P5KO1CoLO0osNuVmQKQ





Kaj Andreasen & Co

Postboks 1200
Brekkutún 7
FO 188 Hoyvík

 
     Telefon: 315600
     Vaktelefon: 235602
     Telefax: 318008 
     T-postur: info@andreasen.fo 


Opið er: 
Yrkadagar: 08.00 - 16.00